FM1: Hondbóltur í Sportboxini í dag klokkan 15

Viviann Petersen, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher eru serfrøðingar í ársins fyrsta hondsbóltíma í Sportboxini á FM1 klokkan 15 í dag

Týsdagin skulu Kristianna Henneberg Joensen og Føroyar spæla EM-undankappingardyst í Póllandi mikukvøldið

Týsdagin skulu Kristianna Henneberg Joensen og Føroyar spæla EM-undankappingardyst í Póllandi mikukvøldið

Kappingarárini í SMS- og OKKARAdeildunum byrjaði farna vikuskiftið, og á FM1 byrjar kappingarárið í dag klokkan 15.00. 

Fasta sendingi Sportboxin á FM1, er nú tveir tímar, har tann fyrri snýr seg um hondbólt.

Hondbóltstímin í dag verður merktur av at kvinnulandsliðið spælir ímóti Póllandi mikukvøldið og síðani ímóti Rumenia sunnudagin eftir. Eisini verður tikið fatur í tær tríggjar kappingarnar, ið U17-dreingir, U17 gentir og U19 gentir luttóku í hetta summarið.

Fastur táttur í hondbóltstímanum í vetur verður vikan, ið fór og komandi vikan í føroyskum hondbólti, og so verður eisini í dag.

Serfrøðingar í dag verða Viviann Petersen, landsliðsmálverji, ið ikki spælir fyribils vegna gleðilig tíðindi og ungu, men royndu venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen, ið serliga gjørdust víðagitnir sum eftir at teir vandu U17-landsliðið hjá drongjum, sum vann European Open í summar.

Lurtarar kunnu spyrja serfrøðingarnar spurningar við at senda eini tekstboð á telefon 559999

Hondbóltstímin verður í Sportboxini hvønn fríggjadag klokkan 15.00 áðrenn fótbóltstíman klokkan 16.00 -  Í dag sjálvandi merkt at steypafinaludegnum í morgin.

 

 

Týsdagin skulu Kristianna Henneberg Joensen og Føroyar spæla EM-undankappingardyst í Póllandi mikukvøldið