FM1: Hoyr Dragan taka samanum tvey áttamálstap

(FM1) Hoyr hvat landsliðsvenjarin hevði at siga um 13-21 (7-15) tapið fyri Hvítarusslandi og 18-26 (11-14) tapið fyri Sveis

Dragan Brljevic, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum (Mynd: hsf.fo)

Dragan Brljevic, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum (Mynd: hsf.fo)

##med2##

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti aftur við átta málum í dag. Í dag taptu føroysku kvinnurnar 18-26 fyri Sveis. Í steðginum var støðan 14-11 til Sveis. Føroysku kvinnurnar byrjaðu seinna hálvleik væl, men so kom Sveis uppá 22-15, og so var dysturin avgjørdur.

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Anna Brimnes 4
Marita Mortensen 2
Tóra Eliasen 2
Ásleyg Súnadóttir 2
Kristiannna Henneberg Joensen 2
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Johansen 1

Annika Fríðheim Petersen, 50 min, 11 bjargingar
Martgit Weihe Fríðmundsdóttir, 10 min, 3 bjargingar

(Kelda: HSF)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Dragan Brljevic, landsliðsvenjara taka samanum 13-21 (7-15) tapið fyri Hvítarusslandi og 18-26 (11-14) tapið fyri Sveis í HM-undanundankappingini, ið er í Hvítarusslandi í hesum døgum.

Dragan heldur, at ígjár høvdu vit verjuliga ein góðan seinna hálvleik móti Hvítarusslandi, meðan avrikið í fyrra hálvleiki var einki serligt. Í dag høvdu vit álopsliga ein góðan fyrra hálvleik, men ein slakari seinna hálvleik.

Dragan heldur, at Annika Fríðheim Petersen, ið hevði samanlagt 28 bjargingar í hesum báðu dystunum fekk betri hjálp frá verjuni í dystinum móti Hvítarusslandi.

Annars vísir Dragan á fleiri vansar. Hann fekk ikki allar spælararnir við sum hann ynskti sær, tí skúli, arbeiði o.a. orsøkir forðaðu spælarunum at koma við. Hann møtti eisini spælarunum, ið spæla í Danmark fyrstu ferð í floghavnini í Kastrup, so tað hevur ógvuliga avmarkað av tíð at spæla liðið saman.

Dragan er vónríkur um EM-undanundankappingina á heimavølli 4. til 6. juni, har Finnland og Ísrael verða mótstøðuliðini. Tá vónar Dragan at hava fleiri spælarar tøkar til spennandi uppgávuna móti tveimum liðum, ið ikki hava støðið hjá Sveis og Hvítarusslandi. 

 

 

Dragan Brljevic, landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum (Mynd: hsf.fo)

(Samrøða: Dragan Brljevic, landsliðsvenjari aftaná áttamálstapini fyri Hvítarusslandi og Sveis)