##med2##
H71 er Faxe Kondi steypavinnari hjá monnum aftaná tepran 26-25 sigur á Neistanum aftaná longda leiktíð.
Eftir 60 minuttir var støðan javnleikur 22 – 22, og so var tað neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir. Sigursmálið skoraði Djóni Gaard Joensen við brotskasti, tá ið tað restaðu 12 sekund av longdu leiktíðini.
Í steðginum í vanligu leiktíðini var H71 á odda 13-11.
Hetta er fimtu ferð í søguni, at mansliðið hjá H71 vinnur steypakappingina.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við hesar H71-arnar aftaná dystin:
A) Djóni Gaard Joensen, sigursmálskjútti
B) Ári E. Dam, málverji
C) Rói Ellefsen á Skipagøtu, ið mátti út við skaða.
D) Sigmundur Dahl
E) Baldur Gillason
F) Jacob L. Thomsen, málverji
G) Niklas Hanusarson
H) Pauli Mittún
I) Steypahandan
J) Simon Olsen, venjari
K) Peter Krogh, ið var kosin at vera dagsins spælari
HER ber til at hoyra hvussu Ári E. Dam í hondbóltssendingini á FM1 ígjár tippaði snórabeint.