FM1: Hoyr hvussu Føroyar vunnu bronsu í smálandakappingini

(FM1) Hoyr hæddarpunkt, greining og samrøður við spælarar, landsliðsvenjara og hagtalsgreinara um Føroyar-Norðurírland 3-0

Janna Falkvard, Anja S. Danielsen og Hanna A. Olsen aftaná dystin móti Norðurírlandi (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Janna Falkvard, Anja S. Danielsen og Hanna A. Olsen aftaná dystin móti Norðurírlandi (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vann í stórum stíli bronsu í smálandakappingini í Luksemborg við einum tryggum 3-0 sigri móti Norðurírlandi, ið formáddi sær lítið móti føroyska liðnum.

Settmunurin var 25-11, 25-13 og 25-11.

Fyrr í dag tapti Grønland dystin um fimta plássið móti Írlandi 0-3. Klokkan 15.30 spæla Luksemborg og Skotland finalu. Føroyski Jan Hentze verður høvuðsdómari í finaluni.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Jan Hentze var viðmerkjari.

2) Hoyr Jan Hentze seta orð á avrikið. Hann undirstrikar, at tað var av týdningi, at føroyska liðið hevði virðing fyri norðurírska liðnum, og ikki tók sær av løttum.

3) Hoyr samrøðu við Barbaru Herdalur Poulsen, Anju Sonnadóttir Danielsen & Hannu Andriasdóttir Olsen, ið stórfegnast at fáa metal um hálsin. Liðið hevði sett nøsina upp ímóti einari finalu og gyltari metali, men tað var gott at enda kappingina við einum heiðursmerki.

4) Hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran, Lars Engell, ið er nøgdur við avrikið í dag, men hann er serliga nøgdur við hvussu liðið reisti seg móti Luksemborg aftanfyri 0-2 í settum og javnaði til 2-2.

5) Hoyr greining frá hagtalssavnaranum, Andreas Reinert Zachhau, ið staðfestir, at føroyingar gjørdu 21 mistøk, og kundu vunnið enn meira á Norðurírlandi.

 

 

Janna Falkvard, Anja S. Danielsen og Hanna A. Olsen aftaná dystin móti Norðurírlandi (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum. Hoyr greining frá viðmerkjaranum, Jan Hentze og hagtalssavnaranum, Andreas R. Zachhau, og hoyr samrøður við Jannu Falkvard, Anju S. Danielsen, Hannu A. Olsen og Lars Engell, venjara)