FM1: Hoyr hvussu HB vann 4-2 á ÍF

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum seks málunum, og hoyr samrøðuna hann gjørdi við Jens Berthel Askou, høvuðsvenjara hjá HB

Tað lagaði seg væl hjá Jens Berthel Askou og HB, ið vann oddasessin aftur

Tað lagaði seg væl hjá Jens Berthel Askou og HB, ið vann oddasessin aftur

##med2##

HB vann góðan 4-2 heimasigur á ÍF á Tórsvølli í kvøld, men fuglfirðingum skal tilskrivast ein ógvuliga heiðurligur lutur í dystinum, ikki minst Uros Stojanov sum skoraði bæði málini hjá ÍF. 

HB var á odda 3-2 í steðginum. Fyrri hálvleikur er eitt tað besta undirhaldið, ið hevur verið í Betrideildini í ár.

HB – ÍF 4-2 (3-2)

1-0: Mikkel Dahl (20.)

1-1: Uros Stojanov (31.)

2-1: Mathias Nygaard (36.)

3-1: Bartal Wardum (45. +)

3-2: Uros Stojanov (45. +)

4-2: Mikkel Dahl (54.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum í dystinum millum HB og ÍF. Heðin Askham var viðmerkjari hjá FM1 til dystin í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou aftaná dystin. Jens Berthel er sera nøgdur við tað góða spælið HB vísti, ið hann heldur verða tað besta í ár. Hann er eisini fegin um, at onnur úrslit lagaðu seg, so HB aftur kundi togað seg uppá oddasessin: - Tað var týdningarmikið hjá okkum at koma aftur á slóðina, sigur Jens Berthel. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. 

Tað lagaði seg væl hjá Jens Berthel Askou og HB, ið vann oddasessin aftur

(HB-ÍF 4-2. Hoyr málini, og hoyr samrøðu við Jens Berthel Askou)