FM1: Hoyr hvussu HB vann tryggan sigur á TB

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum í dystinum HB-TB 4-1, og hoyr frísparksmálskjúttan, Daniel Johansen seta orð á sigurin

HB vann ein sannførandi 4-1 sigur á TB á Tórsvølli í kvøld

HB vann ein sannførandi 4-1 sigur á TB á Tórsvølli í kvøld

##med2##

Eingin kann steðga HB, ið vann enn ein sannførandi 4-1 sigur á Tórsvølli í kvøld.

Hesaferð gekk tað útyvir TB. Uppá 16 minuttir skoraði HB fýra mál, og so skuldi tað nógv meira til enn eitt troystmál frá Ndende til at oyðileggja ólavsøkuhýrin hjá HB, ið umframt tey trý stigini og ein enn greiðari oddasess fekk eitt steyp frá Tórshavnar kommunu.

HB - TB 4-1 (0-0)

Daniel Johansen 1-0 (57.)
Mikkel Dahl 2-0 (62.)
Mikkel Dahl 3-0 (64.)
Hilmar Leon Jakobsen 4-1 (73.)
Ndende Adama Gueye (75.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Daniel Johansen, ið meddaði eitt fríspark upp í samankomingina tá HB kom á odda 1-0: - Eg siktaði eftir "trýaranum", greiðir Daniel frá, ið ikki dylur hvussu góð kensla tað var at síggja bóltin fara inn og kenna fagnaðin frá viðhaldsfólkunum. Daniel sigur, at tað var týdningarmikið at fara eftir næsta málunum beinavegin, og tað eydnaðist í ríkiligt mát hjá HB. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen. 

 

 

HB vann ein sannførandi 4-1 sigur á TB á Tórsvølli í kvøld

(HB-TB 4-1 - hoyr málini og samrøðu við Daniel Johansen)