FM1: Hoyr hvussu NSÍ vann í Sarpugerði - og samrøður

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vendi 0-2 til ein 3-2 sigur í Sarpugerði í Norðragøtu, og hoyr samrøður við Búa Egilsson (NSÍ) og Bagga (Víkingur)

Hoyr hvussu Búi Egilsson skoraði sigursmálið hjá NSÍ móti Víkingi, og hoyr hann greiða frá sigurssmálinum (Mynd: nsi.fo)

Hoyr hvussu Búi Egilsson skoraði sigursmálið hjá NSÍ móti Víkingi, og hoyr hann greiða frá sigurssmálinum (Mynd: nsi.fo)

##med2##

NSÍ vann ein sera týðandi sigur á Víkingi á útivølli í Sarpugerði í dag. NSÍ vann 3-2 aftaná at hava verið aftanfyri 0-2.

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen m.a. á in.fo: "Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at NSÍ skuldi hava øll stigini við sær aftur um Gøtueið. Víkingur legði seg framum bæði 1-0 og 2-0. Í báðum førum var tað Sølvi Vatnhamar, sum skoraði.

Eftir steðgin reisti NSÍ seg av álvara. Trýstið var øgiligt á Víkingaverjuna, og tað bar mál við sær. Víkingur var um ein háls longu beinanvegin í seinna hálvleiki, tá ið miðvallarin Peder Nersveen við rimmar langskoti minkaði um munin. 

Tað vóru trettan minuttir eftir, tá ið Klæmint A. Olsen javnaði. Sigursmálið skoraði Búi Egilsson, tá ið hann eftir eitt sindur av aftur og fram og mitt fyri og stutt úr málinum smekkaði bóltin í málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum í Sarpugerði.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sámal Erik "Bagga" Hentze, høvuðsvenjara hjá Víkingi: -Vit megnaðu ikki at vinna okkum úr verjustøðu, og tí kendist tað ógvuliga tungt. Tað vóru trettan minuttir eftir, tá ið Klæmint A. Olsen javnaði, og tá snúði tað seg meiri um hjá okkum at varðveita javnleikin, men tað eydnaðist ikki, og tað er súrt, at vit nú hava tapt tvær ferðir á rað, segði Bagge.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Búa Egilsson, sigurssmálskjútta hjá NSÍ: -Vit vóru støðugt í álopi og høvdu nógvar spentar støður, og eg roknaði avgjørt við, at tað fór at eydnast, og tað kendist søtt, tá ið tað so eydnaðist. At vinna torførar dystir á útivølli, sum vit annars høvdu verið fegnir um at fingið eitt stig úr, er framúr gott, sigur Búi Egilsson. 

NSÍ151122391535
Víkingur171124382235
B36151113251434
HB161033411733
141022331132
Skála177010182121
TB17539153118
EB/Streymur17231217409
AB17221316468
ÍF15121211365

Hoyr hvussu Búi Egilsson skoraði sigursmálið hjá NSÍ móti Víkingi, og hoyr hann greiða frá sigurssmálinum (Mynd: nsi.fo)

(Víkingur-NSÍ 2-3, málini og samrøður við Bagga og Búa Egilsson)