FM1: Hoyr hvussu NSÍ vann sannførandi sigur á B36

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum seks málunum NSÍ-B36 4-2 (3-0), og hoyr Rógva Egilstoft seta orð á uppiborna sigurin

Landskrona-sonurin, Rógvi Egilstoft, og Landskrona-synirnir, Petur Knudsen og Steffan Løkin og hinir í NSÍ vunnu ein rættiliga sannførandi 4-2 sigur á B36

Landskrona-sonurin, Rógvi Egilstoft, og Landskrona-synirnir, Petur Knudsen og Steffan Løkin og hinir í NSÍ vunnu ein rættiliga sannførandi 4-2 sigur á B36

##med2##

NSÍ vann samanumtikið ein rættiliga greiðan sigur á B36 við Løkin í Runavík í kvøld.

Ta einu løtuna sá tað út til at gerast ein stórsigur, tí tá var NSÍ á odda 4-0, men B36 hevði eina gylta løtu og fekk tvey mál áðrenn NSÍ bant fyri aftur.

Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ eina gylta løtu har teir gulu skoraðu trý mál uppá eina gylta løtu.

NSÍ – B36 4-2 (3-0)

1-0: Petur Knudsen (34.)

2-0: Sjálvmál (37.)

3-0: Klæmint A. Olsen br. (41.)

4-0: Petur Knudsen (59.)

4-1: Ragnar Samuelsen (67.)

4-2: Sjálvmál (70.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Svenn Ó. Olsen var viðmerkjari. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rògva Egilstoft hjá NSÍ. Rógvi Egilstoft heldur avgjørt, at burtursæð frá tí einu løtuni tá B36 skoraði tvey mál hevði NSÍ tamarhald á støðuni, og hann heldur ikki, at B36 var tætt við at koma uppá 4-3.

HER  ber til at hoyra eina stutta samrøðu FM1 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg. Hoyr eisini Svenn Ó. Olsen taka samanum dystin og FM-stríðið. 

 

 

Landskrona-sonurin, Rógvi Egilstoft, og Landskrona-synirnir, Petur Knudsen og Steffan Løkin og hinir í NSÍ vunnu ein rættiliga sannførandi 4-2 sigur á B36

(NSÍ-B36 4-2 (3-0) - Hoyr málini og samrøðu við Rógva Egilstoft)