FM1: Hoyr hvussu Pætur tryggjaði H71 sigurin í seinasta sekundi

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá ótrúliga dystarendanum í Kollafirði, og hoyr sigurmálhetjuna, Pætur Thomsen og Ása Dam hjá KÍF seta orð á dramatiska dystin

H71 fekk steðgað KÍF, og legði seg á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðunum

H71 fekk steðgað KÍF, og legði seg á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðunum

##med2##

Tað var ein góð reklama fyri føroyskan manshondbólt KÍF og H71 reikaðu fyri í hádramatisku fyrstu/fyrru FM-hálvfinaluni í Burn Mansdeildini tá liðini hittust í Kollafirði í kvøld.

Í allarseinasta sekundinum av dystinum fekk Pætur Thomsen sett bóltin í málið til 27-26 sigur til H71, og mundi fagnaðurin ongan enda fingið hjá H71-viðhaldsfjøldini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá sera spennandi dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan sigursmálsskjútta og toppskjútta hjá H71, Pætur Thomsen: - Eg visti, at har var eingin tíð eftir, so tað var bara eitt at gera og tað var at leypa inn og skjóta, segði Pætur um 27-26 sigursmálið. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan Ása Dam hjá KÍF, ið harmast úrslitið, men staðfestir eitt gott KÍF-avriki frammanfyri einari góðari áskoðarafjøld. 

1. Hálvfinala (best at trimum) KÍF-H71 26-27 (14-14)

Toppskjúttar KÍF: Tony Weyhe 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Andreas Nielsen 4 og Rani Højgaard 3.

Toppskjúttar H71: Pætur Thomsen 9, Djóni G. Joensen 6, Rúni V. Højgaard 4 og Peter Krogh 4.

Páskaaftan klokkan 20 hittast liðini aftur í Hoyvíkshøllini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

 

H71 fekk steðgað KÍF, og legði seg á odda 1-0 í FM-hálvfinaluuppgerðunum

(KÍF-H71 26-27 (14-14) - Hoyr dystarendan og samrøður við Pætur Thomsen og Ása Dam)