FM1: Hoyr málini og samanumtøku hjá Tróndi og Ósá

(FM1) Hoyr Petur Asbjørn Lervig siga frá málunum í Dublin, og hoyr Trónd Arge og Jákup Ósá taka samanum 1-3 tapið móti Dundalk FC

Deni Pavlovic og liðfelagarnir í KÍ komu at líða fyri persónlig mistøk, og eru úti av Europa League kappingini (Mynd: Irish Independent)

Deni Pavlovic og liðfelagarnir í KÍ komu at líða fyri persónlig mistøk, og eru úti av Europa League kappingini (Mynd: Irish Independent)

##med2##

Dundalk gjørdi færri mistøk enn KÍ, og tí verða teir í pottinum til Europa League bólkaspælið. KÍ fekk tó nógv tað vakrasta málið í dystinum. Málini Dundalk fekk vóru av tí keðiliga slagnum, og kundi verið undgingin.

Dundalk FC – KÍ 3-1 (1-0)

1-0: Sean Murray 33.

2-0: Daniel Cleary 48.

2-1: Ole Erik Midtskogen 66.

3-1: Daniel Kelly 79.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum, ið komu í dystin á AVIVA leikvøllinum í Dublin.

2) Hoyr Trónd Arge hjá Miðlahúsinum og FM1 taka samanum avrikið.

3) Hoyr Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum taka samanum avrikið.

Tróndur og Jákup iðra seg um mistøkini og marginalarnir sum fullu skeivan veg. Persónligu mistøkini vóru munurin, men leikliga avrikið hjá KÍ í seinna hálvleiki var heilt gott. Samlaða avrikið hjá KÍ í Evropa í ár er eisini góðkent. 

Deni Pavlovic og liðfelagarnir í KÍ komu at líða fyri persónlig mistøk, og eru úti av Europa League kappingini (Mynd: Irish Independent)

(Dundalk-KÍ 3-1. Hoyr málini og samanumtøku hjá Tróndi Arge og Jákupi Ósá)