FM1: Hoyr sigursmálið og sigursmálskjúttan á Svangaskarði

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum U21-landsliðið fekk móti Montenegro á Svangaskarði, og hoyr samrøðu við sigursmálsskjúttan, Stefan Radosavljevic

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti Spania á Tórsvølli í farnu viku

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti Spania á Tórsvølli í farnu viku

##med2##

Bagga-effektin heldur fram hjá føroyska U21-landsliðnum. Fyrr í kvøld fekk Sámal Erik Hentze annan sigurin sum føroyskur U21-landsliðsvenjari, tá U21-landsliðið vann 1-0 á Montenegro. 

Stefan Radosavljevic skoraði sigursmálið beint undan hálva tímanum í fyrra hálvleiki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum. Øssur Hansen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr Øssur taka samanum eitt frálíkt føroyskt avrik. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við sigursmálsskjúttan, Stefan Radosavljevic.

Stefan Radosavljevic fegnast um hvussu væl føroyska liðið spældi. Hann samskifti við montenegrianskar spælarar á serbiskum aftaná dystin, og høvdu montenegrianar á orði hvussu væl føroyska U21-landsliðið spældi.

Øssur Hansen staðfestir, at Føroyar høvdu fleiri málmøguleikar enn Montenegro og vann ein uppibornan sigur.

Føroyar-Montenegro (U21)

1-0 Stefan Radosavljevic (29.)

Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Pætur J. Petersen.

Spania vann 3-0 á Kasakstan á heimavølli. Norðurmakedonia og Ísrael leiktu javnleik 1-1 í Norðurmakedonia. 

Spania hevur 22 stig av 24 møguligum. Norðurmakedonia hevur 14 stig, Ísrael hevur 12 stig, Kasakstan hevur 10 stig, Montenegro hevur sjey stig og Føroyar hava seks stig.

12. november spæla Føroyar á útivølli móti Spania, og 17. november enda vit kappingina á útivølli í Kasakstan.

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Petur Knudsen og hjálparvenjaran, Hegga Samuelsen. 

 

 

 

Her sæst Stefan Radosavljevic í dystinum móti Spania á Tórsvølli í farnu viku

(Føroyar-Montenegro U21 1-0: Hoyr sigursmálið, dystarendan og samrøðu við sigursmálskjúttan, Stefan Radosavljevic)