##med2##
Víkingur hevur vunnið seg í enn eina hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
TB gav eysturbúgvum skarpan gang í fjórðingsfinaluni í Sarpugerði í Norðragøtu, men Víkingur hevði ein kaldan og tryggan Sølva Vatnhamar tá tað var brúk fyri honum.
Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Sølvi sigursmálið til 1-0 uppá brotsspark. Talan er um níggjunda brotssparkið á rað, ið Sølvi skorar uppá.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá Víkingi. Hanus Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við sigurssmálsskjúttan, Sølva Vatnhamar aftaná dystin. Sølvi viðgongur, at Víkingur mátti stríðast hart fyri sigrinum, men Sølvi heldur, at samanumtikið var Víkingur tað betra liðið og hevði sigurin uppibornan. Sølvi slær fast, at Víkingur fer at stríðast hart fyri at vinna seg í finaluni. Í hálvfinaluni bíðar vinnarin av dystinum millum B36 og AB.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther.