FM1: Hoyr steypahandan, samanumtøku og samrøður úr Gøteborg

(FM1) Hoyr Julian J. Johansen, Mark Marcher, Gunn Ellefsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Jacobsen og Janus Dam Jacobsen seta orð á finalusigurin

Harald Bjørgvin tók nógvar góðar myndir undir European Open kappingini, men hetta verður tann sum fer at standa longst eftir í framtíðini

Harald Bjørgvin tók nógvar góðar myndir undir European Open kappingini, men hetta verður tann sum fer at standa longst eftir í framtíðini

##med2##

FM1 sendi av gleðiligum orsøkum leingi aftaná seinasta bríksl í Gøteborg, tá føroyska U17 manslandsliðið vann 36-29 á vertstjóðini, Svøríki í European Open finaluni.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Hilmar Jan Hansen, frásøgumann og Helga H. Hoydal, viðmerkjara taka samanum ótrúligu finaluna og ótrúligu kappingina, har føroyska liðið vann allar sjey dystirnar har nakað var at spæla um.

2) Hoyr steypahandanina og handan av heiðursmerkjum og handan av viðurkenning til bestu spælararnar í kappingini.

3) Hoyr samrøðu við Julian J. Johansen, venjara sum heldur, at hetta er nakað av tí villasta hann hevur upplivað.

4) Hoyr samrøðu við Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF.

5) Hoyr samrøðu við ungu hetjurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Jacobsen og Janus Dam Jacobsen.

6) Hoyr samrøðu við Mark Marcher, venjara sum undirstrikar, at avrikið í Gøteborg prógvar, at vit kunnu avrika um bert viljin er til staðar. 

Harald Bjørgvin tók nógvar góðar myndir undir European Open kappingini, men hetta verður tann sum fer at standa longst eftir í framtíðini

(Samanumtøka, steypahandan og samrøður)