FM1: Hvørki Marjun ella Maria vilja átaka sær favorittleiklutin

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna F. Danberg hjá Neistanum og Mariu H. Weyhe hjá H71 á FM1 seinnapartin

Myndin Tróndur Arge tók av Marjuni F. Danberg og Mariu H. Weyhe í studionum hjá FM1 seinnapartin í dag

Myndin Tróndur Arge tók av Marjuni F. Danberg og Mariu H. Weyhe í studionum hjá FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Neistakvinnur hava vunnið steypafinaluna 14 ferðir. H71-kvinnur hava bara vunnið steypafinaluna eina ferð. Tað var í fjør tá hoyvíkskvinnur vunnu 24-23 á VÍF í Faxe Kondi steypafinaluni.

Neistin hevur søguna við sær, men í innleiðandi bólkaspælinum vann H71 27-21 á Neistanum.

Hvørki Marjun F. Danberg sum hevur spælt, og hevur vunnið fleiri steypafinalur við Neistanum ella Maria H. Weyhe hjá H71 hava hug at átaka sær leiklutin sum favorittur til finaluna í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 17.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna F. Danberg og Mariu H. Weyhe á FM1 seinnapartin. 

FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni millum H71 og Neistan hjá kvinnum, ið byrjar klokkan 17 leygardagin.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Myndin Tróndur Arge tók av Marjuni F. Danberg og Mariu H. Weyhe í studionum hjá FM1 seinnapartin í dag

(Undanfinaluprát: Marjun F. Danberg og Maria H. Weyhe)