FM1 í dag: HB-B36 og KÍ-NSÍ klokkan 15 - Føroyar-Ukraina klokkan 18

FM1 sendir beinleiðis frá Betrideildini og EM-undankappingarhondbólti millum 15 og 20

Talan verður um ein megnar ítróttardag á FM1 í dag.

Millum klokkan 15 og 17.35 er sjóneykan á Betrideildina hjá monnum.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig fara at siga frá uppgerðunum HB-B36 á Tórsvølli og KÍ-NSÌ við Djúpumýru í Klaksvík. Við sær sum viðmerkjara í Klaksvík hevur Petur Asbjørn gomlu KÍ-kempuna, Hjalgrím Elttør. 

Dysturin millum EB/Streym og Víking á Eiði byrjar eisini klokkan 15, og fylgt verður við gongdini í tí dystinum eisini. Frá klokkan 16 verður eisini fylgt við í gongdini í dystinum millum ÍF og TB í Fløtugerði í Fuglafirði.

Tá klokkan er 17.35 verður fokus á føroyskan landsliðshondbólt. Sjúrður H. Hoydal fer fyrst at hava upptaktssamrøður til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Ukraina í høllini á Hálsi í Havn, ið byrjar klokkan 18. Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Samrøður við umboð fyri ymisku liðini í Betrideildini, og samrøður við umboð fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER