FM1: ÍF hevur effektivitetin framum TB

(FM1) Annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus kann fegnast um 16 stig, meðan Poul Ingason hjá TB kann iðra seg um bara seks stig aftaná 10 umfør

Hans Jørgen Djurhuus og hansara menn í ÍF kunnu fegnast um fimta sigurin hetta kappingarárið

Hans Jørgen Djurhuus og hansara menn í ÍF kunnu fegnast um fimta sigurin hetta kappingarárið

##med2##

Tað hevur ikki verið nógvur munur á ÍF og TB á vøllinum í teimum báðum dystunum liðini hava leikt higartil, men stórur munur er á stigatalvuni. ÍF hevur gjørt tað framúr við at vinna 16 stig, og er á fimta plássi aftaná 10 umfør. TB hevur bert seks stig aftaná 10 umfør. 

Sjeynda málið Uros Stojanov skoraði fyri ÍF hetta kappingarárið gjørdist munurin millum liðini í Fløtugerði í Fuglafirði í dag.

ÍF – TB 1-0 (0-0)

1-0: Uros Stojanov (60.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen. Hans Jørgen fegnast um stigini, og um menningina ÍF hevur. Hans Jørgen staðfestir, at ÍF er væl við í hvørjum dysti teir spæla, og nú verður arbeitt við at koma enn longur fram í menningini og á stigatalvuni. 

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Poul Ingason hjá TB, ið vónbrotin kann staðfesta, at TB leikliga stendur seg væl, men tað er sárt hjá liðnum at uppliva umaftur og umaftur, at teir ikki umsett málmøguleikarnar til mál og til stig. 

Hans Jørgen Djurhuus og hansara menn í ÍF kunnu fegnast um fimta sigurin hetta kappingarárið

(Samrøður: Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason)