FM1: ÍF-SÍ 3-0 - Hoyr avgerandi bóltarnir og samrøður

(FM1) Hoyr Áslak Holm hjá ÍF og Julian Vest Niclasen hjá SÍ í samrøðu við Óla G. Samuelsen seta orð á greiða sigurin hjá fuglfirðingum

Dystarmynd frá fbf.fo

Dystarmynd frá fbf.fo

##med2##

ÍF hevur vunnið seg í enn eina steypafinalu í mansflogbólti.

Hetta gjørdi fuglfirðingar í stórum stíli við at vinna 3-0 á SÍ í hálvfinaluni í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

Tað var bara í øðrum setti, at SÍ veruliga beit frá sær. ÍF vann sera greitt fyrsta og triðja sett.

ÍF-SÍ 3-0 (25-12, 25-21 og 25-16)

Klokkan 19 spæla Mjølnir og Fleyr um rættin at møta ÍF í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar.

ÍF fyllir annars 75 ár 25. mars. Flogbólturin byrjaði tó ikki í Fuglafirði fyrrenn í seinnu hálvu av 1970-unum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Odd Eliasen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Odd Eliasen taka samanum ein ruddiliga uppibornan hálvfinalusigur hjá ÍF.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Áslak Holm hjá ÍF og Julian Vest Niclasen, ið vóru samdir um, at ÍF hevði ein framúr góðan dag meðan tað lá verri fyri hjá SÍ í dag. 

##med3##

Dystarmynd frá fbf.fo

(ÍF-SÍ 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar. Samanumtøku hjá Odd Eliasen og samrøður við Áslak Holm og Julian Vest Niclasen)

Mynd: Óli G. Samuelsen