FM1: Ígjár tippaði Ári umdyst og 25-25 áðrenn H71 vann við einum

(FM1) Dugnaligi og royndi málverjin hjá H71, Ári E. Dam tippaði so snórabeint í hondbóltssendingini á FM1 ígjár

- - Tað verður umdystur, og tað verður mitt í tjúgunum (also 25-25), og so vinna vit við einum máli. Hetta tippaði Ári E. Dam, málverji hjá H71 á FM1 ígjár, og tað bleiv júst so

- - Tað verður umdystur, og tað verður mitt í tjúgunum (also 25-25), og so vinna vit við einum máli. Hetta tippaði Ári E. Dam, málverji hjá H71 á FM1 ígjár, og tað bleiv júst so

##med2##

Er tað torført at tippa eitt úrslit í fótbólti, so er tað mangar ferðir torførari at tippa eitt nágreiniligt úrslit í hondbólti. Somikið flottari er tað tá onkur megnar at tippa rætta úrslitið av einum hondbóltsdysti, enntá eftir longda leiktíð. 

- Tað verður umdystur, og tað verður mitt í tjúgunum (also 25-25), og so vinna vit við einum máli.

Júst hetta segði og tippaði dugnaligi og royndi málverjin hjá H71, Ári E. Dam í hondbóltssendingini á FM1 ígjár.

Og tað bleiv júst so. Faxe Kondi steypafinalan millum H71 og Neistan fór í longda leiktíð, tað var "mitt í tjúgunum" - also 25-25 - og so vann H71 við einum máli 26-25.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at endurhoyra tippið hjá Ára E. Dam, ið nú er legendariskt í føroyskari hondbóltssøgu. 

HER  ber til at hoyra dystarendan av mansfinaluni og samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 10 spælarar og venjaran hjá H71. 

- - Tað verður umdystur, og tað verður mitt í tjúgunum (also 25-25), og so vinna vit við einum máli. Hetta tippaði Ári E. Dam, málverji hjá H71 á FM1 ígjár, og tað bleiv júst so

(Tá Ári E. Dam tippaði so snórabeint á FM1 dagin fyri steypafinaluna)