FM1: Ikki tann besta Europa League upptaktin hjá B36

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg og viðmerkjaran hjá FM1, Svenn Ó. Olsen seta orð á NSÍ-B36 4-2 (3-0)

Jákup á Borg og hjálparvenjarin, Fróði Clementsen høvdu nógv at tosa um við Løkin í Runavík í kvøld

Jákup á Borg og hjálparvenjarin, Fróði Clementsen høvdu nógv at tosa um við Løkin í Runavík í kvøld

##med2##

Tað var "too little too late" hjá B36, ið fekk pyntað um við tveimum málum, og tað er tað jaliga liðið kann taka við sær til stóru uppgávuna í Europa League á Tórsvølli komandi mikukvøld klokkan 19 á Tórsvølli aftaná 2-4 tapið móti NSÍ við Løkin í Runavík í kvøld.

NSÍ – B36 4-2 (3-0)

1-0: Petur Knudsen (34.)

2-0: Sjálvmál (37.)

3-0: Klæmint A. Olsen br. (41.)

4-0: Petur Knudsen (59.)

4-1: Ragnar Samuelsen (67.)

4-2: Sjálvmál (70.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr stutta samrøðu FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum slær fast, at hetta tapið fer liðið at leggja stundisliga afturum seg, tí nú bíðar stór uppgáva komandi mikukvøld. 

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í kvøld, Svenn Ó. Olsen taka samanum ein uppibornan sigur til NSÍ. Svenn Ó. Olsen heldur, at í 85 minuttum í dystinum stóðu NSÍ-arnir seg sera væl, og vunnu ein uppibornan sigur. Svenn Ó. Olsen heldur, at KÍ er størsti favoritturin til FM-heitið, tí teir hava tann sterkasta hópin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Rógva Egilstoft hjá NSÍ. 

Jákup á Borg og hjálparvenjarin, Fróði Clementsen høvdu nógv at tosa um við Løkin í Runavík í kvøld

(Stutt samrøða: Jákup á Borg. Samanumtøka: Svenn Ó. Olsen)