FM1: Jákup var rørdur og Michal Przybylski var lættur

(FM1) Michal Przybylski, ið brendi brotsspark í brotssparkskappingini og Jákup á Borg, høvuðsvenjari vóru lættir og rørdir aftaná søguligu løtuna

Michal Przybylski spældi ein framúr góðan dyst, men mundi blivið tann óhepni tá hann brendi í brotssparkskappingini

Michal Przybylski spældi ein framúr góðan dyst, men mundi blivið tann óhepni tá hann brendi í brotssparkskappingini

##med2##

Michal Przybylski spældi framúr allar 120 minuttirnar pluss tað leysa, tá B36 skrivaði søgu við at vinna 7-6 á The New Saints FC aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

Michal Przybylski upplivdi bæði at leggja B36 á odda 1-0 í vanligu leiktíðini, og at brenna í brotssparkskappingini.

Tað var tí ein sera lættur Michal Przybylski, og ein sera rørdur høvuðsvenjari hjá B36, Jákup á Borg, ið reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á aftaná søguliga dystin, har B36 gjørdist fyrsta føroyska liðið at vinna seg víðari trý umfør í einari evropeiskari kapping.

Jákup á Borg var so rørdur, og so stoltur, at hann átti næstan ikki orð.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Michal Przybylski og Jákup á Borg. 

##med3##

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan - og bjargingarmannin - Róa Mørk Hentze. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið skoraði til 2-2. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði uppá tað seinasta brotssparkið hjá B36. 

Michal Przybylski spældi ein framúr góðan dyst, men mundi blivið tann óhepni tá hann brendi í brotssparkskappingini

(Europa League søga: Samrøða við Michal Przybylski og Jákup á Borg)

Jákup á Borg var so rørdur um søguliga bragdið hjá sínum monnum, at hann átti næstan ikki orð aftaná dystin