FM1: Kennist sum sigur fyri Andreas og tap fyri Áka

(FM1) Hoyr venjararnar, Andreas F. Hansen hjá KÍF og Áka Mørk hjá Team Klaksvík seta orð á 31-31 javnleikin, ið gagnaðist KÍF betur enn Team Klaksvík

 

 

Andreas F. Hansen var lættur og glaður um at kunna halda fjarstøðuna til Team Klaksvík við harðvunnum javnleiki 31-31

Andreas F. Hansen var lættur og glaður um at kunna halda fjarstøðuna til Team Klaksvík við harðvunnum javnleiki 31-31

##med2##

- Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt er vanligt at siga, og tað er eisini galdandi í spennandi kapprenningini millum Neistan við 17 stigum, KÍF við 16 stigum og Team Klaksvík við 14 stigum at røkka tveimum teimum seinastu FM-hálvfinaluplássunum í Burn Mansdeildini. VÍF við 26 stigum og H71 við 23 stigum hava longu tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum. 

Team Klaksvík var á odda leingi í dystinum í Kollafirði í kvøld, og var eisini á odda 18-13 í steðginum, men seinastu løtuna kódnaði motorurin hjá Team Klaksvík, og kollfirðingar fingu eitt harðvunnið og sera kærkomið stig í FM-hálvfinalustríðnum við javnleiki 31-31.

KÍF-Team Klaksvík 31-31 (13-18)

Toppskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 8, Fríði Weyhe 7 og Rani A. Højgaard 7. 

Toppskjúttar Team Klaksvik: Valentino Valentakovic 10, Vuk Stevanovic 7, Beinir Johannesen 4 og Sámal á Tjaldrafløtti 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum . Andrias Eriksen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók eisini samanum ein sera spennandi dyst, har Andrias staðfesti, at Team Klaksvík kendi ikki sína vitjanartíð. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andreas F. Hansen, venjara hjá KÍF sum er sera lættur um tað eina stigið. Leingi gekk illa í hond, men seinastu løtuna fekk KÍF skil á verjupartin og tá riggaði at fáa leiðsluna hjá Team Klaksvík aftur. Andreas slær tó fast, at einki er liðugt enn, men nú er tað til KÍF at tryggja sær pláss í FM-hálvfinalunum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Áka Mørk, ið er sera vónbrotin um at standa eftir við bert einum stigi aftaná hansara menn høvdu havt leiðsluna leingi í dystinum. Men Team Klaksvík hevur ikki somu breidd sum onnur lið, og tað er størsti vansin. Áki slær tó fast, at Team Klaksvík fer at stríðast fyri sínum møguleika. 

##med3##

Dystirnir Neistin, KÍF og Team Klaksvík hava eftir í grundspælinum:


6. mars: KÍF-H71
6. mars: Neistin-VÍF
21. mars: StÍF-KÍF
21. mars: VÍF-Team Klaksvík
24. mars: H71-Neistin
28. mars: Team Klaksvík-Neistin
28. mars: VÍF-KÍF

 

 

Andreas F. Hansen var lættur og glaður um at kunna halda fjarstøðuna til Team Klaksvík við harðvunnum javnleiki 31-31

(Samrøður: Andreas F. Hansen og Áki Mørk)

Áki Mørk og hansara menn í Team Klaksvík høvdu ein sigur í eygsjón, men tað glapp í Kollafirði ta seinastu løtuna