FM1: KÍF hevur spælt seg innaftur í FM-hálvfinalustríðið

(FM1) Hoyr venjararnar, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF) seta orð á greiða 23-18 (13-8) sigurin hjá KÍF í Vestmanna

Hoyr hvat venjararnir, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF) høvdu at siga um dystin VÍF-KÍF 18-23 (8-13) Mynd: Tróndur Arge

Hoyr hvat venjararnir, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF) høvdu at siga um dystin VÍF-KÍF 18-23 (8-13) Mynd: Tróndur Arge

##med2##

Kollfirðingar eru í einari góðari gongd í Okkaradeildini, og í dag vann KÍF tann dystin kollfirðingar mest av øllum vilja vinna, óannsæð hvar teir liggja á stigatalvuni.

KÍF vann ein tryggan 23-18 sigur á VÍF. Í steðginum var KÍF á odda 13-8. 

Málverjin hjá KÍF, Joakim Jürs sum júst hevur longt sáttmálan við KÍF við einum kappingarári stórspældi í málinum og gjørdi sítt til, at KÍF er væl og virðiliga inni í stríðnum at enda millum fýra tey ovastu liðini í grundspælinum í Okkaradeildini.

Andreas F. Hansen, venjari hjá KÍF er framúr væl nøgdur við avrikið og hugburðin í dag, og ikki minst, at kollfirðingar sjálvir kunnu avgera sína lagnu.

Hjalmar K. Olsen staðfestir eitt minni gott avrik hjá VÍF í dag, og nú er eitt ávíst trýst á vestmenningum sum taka móti greiða oddaliðnum, H71 komandi mikukvøld klokkan 20. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við venjararnar, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF).

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71144033277624
 NEISTIN154053634218
 VÍF154173882918
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510

Hoyr hvat venjararnir, Andreas F. Hansen (KÍF) og Hjalmar K. Olsen (VÍF) høvdu at siga um dystin VÍF-KÍF 18-23 (8-13) Mynd: Tróndur Arge

(Samrøður: Andreas F. Hansen og Hjalmar K. Olsen)