FM1: Kiksaðu í triðja setti men vunnu trygt annars

(FM1) Hoyr Thorvald Danielsen hjá Mjølni og Róa Hentze hjá Fleyr seta orð á lutfalsliga trygga 3-1 hálvfinalusigurin hjá Mjølni

Dystarmynd frá fbf.fo

Dystarmynd frá fbf.fo

##med2##

Mennirnir hjá Mjølni steðgaðu nakað upp í triðja setti í hálvfinaluni í dag, men vunnu annars hini trý settini trygt og harvið ein 3-1 hálvfinalusigur á Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld.

Í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar møtir Mjølnir ÍF sum vann 3-0 á SÍ.

Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-14, 25-16, 23-25 og 25-18)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Gaja í Brekkuni var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Gaja tók eisini samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølni og Róa Hentze hjá Fleyr aftaná dystin. Thorvald væntar sær harðar finalur móti ÍF, bæði steypafinalu og FM-finalur.

 

 

Dystarmynd frá fbf.fo

(Mjølnir-Fleyr 3-1. Hoyr avgerandi bóltarnar, samanumtøku hjá Gaja í Brekkuni og samrøður við Thorvald Danielsen og Róa Hentze)