FM1: Klæmint er vónbrotin - Hjalgrím væntar HB vinnur steypið

(FM1) Hoyr liðskiparan og málskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen og viðmerkjaran hjá FM1, Hjalgrím Elttør taka samanum 3-1 hálvfinalusigurin hjá HB

Klæmint A. Olsen sæst til høgru á myndini

Klæmint A. Olsen sæst til høgru á myndini

##med2##

NSÍ fær ikki høvið at hevna 0-3 steypafinalutapið móti Víkingi í 2015.

NSÍ var við undirlutan í hálvfinaluni móti HB við Djúpumýru í dag, og tapti samanumtikið rættiliga greitt 1-3. Klæmint A. Olsen tendraði eina vón tá hann minkaði um munin til 1-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men longur rakk tað ikki hjá NSÍ.

NSÍ – HB 1-3 (0-2)

0-1: Daniel Johansen (8.)

0-2: Adrian Justinussen (45.)

1-2: Klæmint A. Olsen (65.)

1-3: Daniel Johansen (81.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan og liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. Klæmint A. Olsen er sera vónbrotin um dystin, og fyri hann er tað eingin uggi, at NSÍ longu hevur tryggjað sær pláss í Europa League undankappingini við silvurkrónunum í landskappingini.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Hjalgrím Elttør taka samanum ein fult uppibornan sigur til HB. Hjalgrím hevur HB sum greiðan favoritt til at vinna á Víkingi, og hann dylur ikki, at tað hevði verið ynskiligt hjá tí stóru KÍ-fjøldini í Norðoyggjum, tí so slapp KÍ út í Evropa komandi summar. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Hoyr eisini sera stuttu samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Daniel Johansen. 

Klæmint A. Olsen sæst til høgru á myndini

(Samrøða: Klæmint A. Olsen. Samanumtøka: Hjalgrím Elttør)