FM1: - Landsliðsfótbóltur á Tórsvølli frá klokkan 18.00

Tróndur Arge og Jens Martin Knudsen siga frá Føroyar - Malta í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 18.00

Tróndur Arge sigur, eins og altíð, frá landsdystinum í kvøld á FM1

Tróndur Arge sigur, eins og altíð, frá landsdystinum í kvøld á FM1

FM1 ger nógv burturúr seinasta heimadystinum í hesi undankappingini, tá ið Føroyar bjóða Malta av á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. FM1 byrjar sendingina klokkan 18.00

Dysturin ímóti Malta er eisini seinasti dysturin á heimavølli hjá tveimum ímyndum av føroyska landsliðnum seinastu nógvu árini, tí bæði Lars Olsen, venjari, og Atli Gregersen, liðskipari, takka fyri seg eftir hesa undankapping.

Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig skipa fyri stórari undansending á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 18.00.

Tróndur Arge og Jens Martin Knudsen siga beinleiðis frá dystinum klokkan 19.45

Eftir dystin verður verður sendingin, "Triði hálvleikur", har Tróndur Arge sendir beinleiðis frá "mixed zone" á Tórsvølli. Har verður prátað við leikarar og onnur umboð fyri landsliðið og dystin.

Heri Simonsen verður við knøttarnar í rásarúminum.

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Tróndur Arge sigur, eins og altíð, frá landsdystinum í kvøld á FM1