FM1: Landsliðsleikarar í hondbóltstímanum

Tríggir landsliðsleikarar og ein serfrøðingur manna hondbóltspanelið á FM1 klokkan 15.00 - Evnini verða søgur frá ungdómslandsliðnum, skaðar og landskappingarnar

Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker og Helgi Hildarson Hoydal hava havt ymsar hondbóltsleiðir eftir sigurin í IHF Trophy í 2015

Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker og Helgi Hildarson Hoydal hava havt ymsar hondbóltsleiðir eftir sigurin í IHF Trophy í 2015

FM1 fær vitjan av trimum manslandsliðsleikarum í hondbóltstímanum eftir tíðindini klokkan 15.00

Helgi Hildarson Hoydal, Rói Berg Hansen og Tóraldur Kollsker vóru á U21-landsliðnum, sum vann IHF Trophy í Bulgaria í 2015, og leikararnir fara at minnast aftur á ta kappingina.

Tvey ár seinni gjørdust Helgi Hildarson Hoydal og Rói Berg Hansen víðagitnir sum partar av U21-landsliðnum sum fór til HM í Algeria, meðan hin tvey ár eldri Tóraldur Kollsker var í drúgvum skaðastríði.

Leikararnir verða spurdir um sínar skaðar ígjøgnum tíðina og enda við at geva sína meting av Okkaradeildini og SMS-deildini.

Claus Rasmussen, íðin viðmerkjari hjá FM1 gevur eisini sínar metingar - serliga um SMS-deildina, har tríggir dystir verða leiktir sunnudagin.

Hondbóltstímin verður sendur beinleiðis á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 15.00

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker og Helgi Hildarson Hoydal hava havt ymsar hondbóltsleiðir eftir sigurin í IHF Trophy í 2015