FM1: Landsliðsvenjarin, liðskiparin og Rógvi vóru vónbrotnir

(FM1) Hoyr Rógva Dal-Christiansen, Rók Akralíð og Sonni Larsen seta orð á 25-36 (12-18) tapið móti Litava

Mynd: Jóanis Albert Nielsen

Mynd: Jóanis Albert Nielsen

##med2##

Føroyar vóru greitt við undirlutan móti Litava í tí fyrsta av trimum HM-undanundankappingardystum niðri í Luksemborg, har Slovakia og Luksemborg eru hini mótstøðuliðini.

Føroyar taptu greitt 25-36 móti einum krútsterkum litaviskum liði. Í steðginum vóru litavar á odda 18-12.

Føroyar-Litava 25-36 (12-18)

Føroyar: Niklas Selvig 5, Jónas Gunnarson Djurhuus 4, Kjartan Johansen 4, Peter Krogh 4, Rói Berg Hansen 3, Rógvi Dal-Christiansen 2, Rókur Akralíð 2, Hilmar Leon Jakobsen 1.

Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar móti Slovakia. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum.

2) Hoyr viðmerkjaran, Gunnar Djurhuus taka samanum eitt avrik, ið var merkt av, at tað er langt síðani, at liðið hevur spælt ein dyst. Gunnar heitir á spælararnir um at taka dystin í dag sum ein venjingardyst, og so er tað uppá hestin móti Slovakia í morgin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rógva Dal-Christiansen.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan, Rókur Akralíð.

5) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Sonni Larsen. Menn eru vónbrotnir, serliga av verjuspælinum, men teir lova bót og bata til í morgin.

 

 

 

 

 

Mynd: Jóanis Albert Nielsen

(Hoyr Rógva Dal-Christiansen, Rók Akralíð og Sonni Larsen seta orð á 25-36 (12-18) tapið móti Litava)