FM1: Landsliðsvenjarin og spælarar seta orð á tapið

(FM1) Hoyr Trónd J. Kragesteen, Kjartan Johansen og Sonni Larsen seta orð á 19-30 (12-17) tapið móti Ukraina

Føroyar spældu 10 framúrskarandi minuttir móti Ukraina, og vóru frammanfyri 5-4 og 6-5, men so datt Jeppe úr barónasongini. Sterka ukrainska liðið vísti seg frá síni bestu síðu, bæði í álopspartinum og í verjupartinum, og spakuliga øktist munurin. Ukraina var á odda 17-12 í steðginum, og hetta bygdu teir uppá í seinna hálvleiki og vunnu 30-19.

 

Gunnar Djurhuus, viðmerkjari hjá FM1 heldur, at tað er góðkent, at Ukraina fær 30 mál, men 19 mál í egnan lut er alt ov lítið, og tann parturin má bøtast.

 

Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á Trónd J. Kragesteen, Kjartan Johansen og Sonni Larsen, landsliðsvenjara. Semja er um, at ukrainska liðið spældi framúr væl, men meiri átti at verið komið burturúr hjá føroyska liðnum.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi fyri FM1 aftaná EM-undankappingardystin millum Ukraina og Føroyar. Fremst hoyrist seinasta løtan av dystinum, har Sjúrður og Gunnar Djurhuus taka samanum dystin.

 

Liðini spæla aftur í Royal Arena í Keypmannahavn, leygardagin klokkan 17.45. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Bólkur 8LiðDVJTMálStig
1.Danmark220065:414
2.Ukraina320183:734
3.Montenegro201148:531
4.FØROYAR301260:891