FM1: Lið sum Alex skuldi døma rakt av Koronu

(FM1) Hoyr føroyska altjóða dómaran, Alex Troleis greiða frá hvussu dysturin í San Marino millum Tre Penne og Gjilani úr Kosovo bleiv útsettur ein dag

Hoyr Alex Troleis greiða frá serligu støðuni við Korona í einum dysti hann skuldi døma í San Marino í kvøld

Hoyr Alex Troleis greiða frá serligu støðuni við Korona í einum dysti hann skuldi døma í San Marino í kvøld

##med2##

1. dómarin, Alex Troleis, hjálpardómararnir, Dan Petur Pauli Højgaard og Jørleif Djurhuus, og 4. dómarin, Eiler Rasmussen skuldu í kvøld døma dyst í Europa League undankappingini millum Tre Penne úr San Marino og Gjilani úr Kosovo.

Men tann eini spælarin hjá Gjilani er testaður positivt fyri Koronu, og er koyrdur í sóttarhald. 

Allir hinir spælararnir skulu nú testast, og verða testirnar negativir verður dysturin millum Tre Penne og Gjilani spældur í morgin.

Føroyska dómarakvartettin sleppur ikki at ganga runt í San Marino, men mugu halda seg á gistingarhúsinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Alex Troleis fyri løtu síðani.

Hoyr Alex Troleis greiða frá serligu støðuni við Korona í einum dysti hann skuldi døma í San Marino í kvøld

(Samrøða við Alex Troleis um ein korona-tilburð í San Marino)