FM1: Løtan tá Føroyar vunnu seg í finaluna

(FM1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá minniliga dystarendanum mátti Ungarn. Og hoyr Helga H. Hoydal og MarK Marcher seta orð á bragdið

Mynd frá Haraldi Bjørgvin

Mynd frá Haraldi Bjørgvin

##med2##

Hondbóltsføroyar spenna bringuna fram í dag. Eitt ótrúligt avrik hjá okkara U17 manslandsliðið, ið ikki hevur sæð sín líka gjørdist veruleiki seinnapartin, tá Føroyska liðið vann 22-20 (11-10) á Ungarn og vann seg í finaluna í European Open móti sterku svensku vertunum. Finalan verður spæld í annaðkvøld klokkan 19, og FM1 sigur sjálvandi frá finaluni.

Jóannes Hansen skrivaði m.a. hetta um dystin á in.fo fyrr í dag: - Eftir at føroyingar høvdu vent 4-7 til 9-7, vóru Føroyar mest sum alla tíðina á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Ungarn til 15-15, men føroyingarnir hildu høvdið púra kalt, og fram ímóti dystarenda vóru Føroyar frammanfyri við einum, tveimum og einaferð við trimum málum.

Hetta var sjeyndi dysturin, og fagnaðurin var øgiligur í stóru føroysku leguni í Gøteborg. Tað kókaði í høllini, har nógvir føroyskir áskoðarar vóru.

Á ljóðfílini omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen siga frá seinastu løtuni av dystinum. Helgi H. Hoydal var viðmerkjari.

2) Hoyr Helga H. Hoydal seta orð á stóra bragdið.

3) Hoyr annan av venjaranum, Mark Lausen-Marcher lýsa avrikið hjá hesum ótrúliga árganginum. 

Mynd frá Haraldi Bjørgvin

(Tá Føroyar vunnu seg í European Open finaluna, og samrøður)