FM1: Løtan tá vit móti dystarenda yvirhálaðu Belgia

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Føroyar seinastu løtuna gjørdust betri fýrari enn Belgia

Mynd frá eb.dk

Mynd frá eb.dk

##med2##

Føroyar taptu heiðurliga 24-31 móti krútsterka danska liðnum, ið kanska ikki var fullmannað, men tá eitt lið er OL og HM-vinnari hevur eitt slíkt lið eisini krútsterkar eykaspælarar, ið einki lata frá sær. Í steðginum vóru Føroyar aftanfyri 13-17. Danir komu á odda 13-6, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men Føroyar bardu seg inn í dystin aftur.

Men málsetningurin helt heim. Vit taptu "bara" við sjey málum, og Kroatia vann 28-19 á Belgia, og so gjørdist vit tvey mál betur enn Belgia í samlaða roknskapinum. Vit og Belgia hava eitt stig hvør. Vit hava minus 40 og Belgia hevur minus 42 í málúrtøku.

Hetta merkir, at Føroyar sleppa undan einari undanundankapping til komandi EM-undankapping. Saman við Belgia mugu Finnland og Estland, ið endaðu við ongum stigi spæla undanundankapping.

Omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni, tá vit yvirhálaðu Belgia í samlaða roknskapinum hjá liðunum, ið endaðu á fjórða plássi í teimum átta EM-undanbólkunum.

Mynd frá eb.dk

(Hoyr seinastu løtuna tá Føroyar yvirhálaðu Belgia í roknskapinum millum fýrararnar)