FM1: Málini í Fuglafirði og samrøða við nøgdan KÍ-venjara

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 4-1 á ÍF í Fuglafirði, og hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ taka samanum ein væl uppibornan sigur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

##med2##

Hesaferð bíðaði KÍ ikki til tíðina dómarin hevði lagt aftrat. Í Fuglafirði syrgdi KÍ fyri at koma á odda 2-1 í fyrra hálvleiki og byggja uppá í seinna hálvleiki og vinna ein tryggan 4-1 sigur.

ÍF – KÍ 1-4 (1-2)

0-1: Jóannes Bjartalíð (26.)

1-1: Uros Stojanov (27.)

1-2: Jákup B. Andreasen (45.)

1-3: Jóannes Bjartalíð (brotsspark - 77.)

1-4: Páll A. Klettskarð (84.)

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen heldur, at dystarmyndin rættvísger ein 4-1 sigur til KÍ. ÍF kom til nakrar málmøguleikar, men hann heldur, at KÍ hevði munandi fleiri málmøguleikar enn ÍF.

Mikkjal heldur, at tað er alt ov tíðliga at gera ein veruliga mynd av Betrideildini fyrrenn níggju umfør eru farin. Hann heldur tó, at KÍ kemur fyrst og fremst at kappast við havnarliðini, men hann avskrivar ikki Víking og NSÍ.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum í Fuglafirði. Teitur Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr Teit Joensen taka samanum ein uppibornan KÍ-sigur, men Teitur heldur, at ÍF leikliga gjørdi tað væl mót FM-vinnarunum í dag.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. 

(Savnsmynd)

(Hoyr málini ÍF-KÍ 1-4, samanumtøku hjá Teiti Joensen og samrøðu við Mikkjal Thomassen)