FM1: Málini NSÍ-Víkingur 1-2 og samrøða við Eyðun Klakstein

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá trimum málum og einum brendum brotssparki, og hoyr høvuðsvenjarin hjá Víkingi seta orð á sigurin

Víkingar kunnu fegnast um annan sigurin á rað á NSÍ hetta kappingarárið

Víkingar kunnu fegnast um annan sigurin á rað á NSÍ hetta kappingarárið

##med2##

Tað hevur gingið misjavnt hjá Víkingi í ár, men móti NSÍ hevur gingið framúr. Tá Víkingur vann 1-0 á NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í ár var Ari Olsen sigursmálskjútti, og tað var aftur Ari Olsen sum var sigursmálsskjútti móti NSÍ í kvøld. 

Petur Knudsen fekk møguleikan at tryggja NSÍ eitt stig móti dystarenda, men annan dystin á rað móti Víkingi brendi Petur Knudsen. Hesaferð skal tað tilskrivast einari framúr góðari bjarging hjá Eliasi Fagrá í málinum hjá Víkingi. 

NSÍ – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: sjálvmál (26.)

1-1: Jesper Flinck Christjansen (48.)

1-2: Ari Olsen (75.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum, brotssparksstøðuni, brenda brotssparkinum og tók stutt samanum rokið sum var, tá Bárður J. Hansen hjá NSÍ fekk reyða kortið.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Eyðun Klakstein sum kann fegnast um enn ein sigur á NSÍ aftaná enn eitt gott avrik. Ein sigur á einum topp-4 liði hevur ein sera stóran týdning fyri Víking. Eyðun fegnast um, at hann kundi seta Andreas Lava Olsen inn í seinna hálvleiki, og hann gjørdi stóran mun fyri Víking tá hann kom á vøllin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málskjúttan hjá NSÍ, Jesper Flinck Christjansen

##med3##

Víkingar kunnu fegnast um annan sigurin á rað á NSÍ hetta kappingarárið

(Víkingur-NSÍ 1-2. Hoyr málini og samrøðu við Eyðun Klakstein)

Eyðun Klakstein saman við venjaratoyminum hjá Víkingi við Løkin í Runavík í kvøld