FM1: Neistin er víðari - KÍF er næstan víðari

(FM1) Hoyr ein væl nøgdan KÍF-venjara, Andreas F. Hansen og ein minni nøgdan tvímálsskjútta hjá H71, Djóna G. Joensen seta orð á 32-26 (18-16) sigurin hjá KÍF

KÍF-venjarin, Andreas F. Hansen kundi stórfegnast um eitt framúr gott avrik hjá KÍF móti H71 í kvøld

KÍF-venjarin, Andreas F. Hansen kundi stórfegnast um eitt framúr gott avrik hjá KÍF móti H71 í kvøld

##med2##

Neistin hevur tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum, og KÍF er á gáttini at tryggja sær pláss í FM-hálvfinalunum í Burn Mansdeildini. VÍF og H71 hava longu tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum.

KÍF vann ein sera týðandi 32-26 sigur á H71 í Kollafirði. Í steðginum var KÍF á odda 18-16. Sigurin merkir, at KÍF er við 18 stigum fýra stig frammanfyri Team Klaksvík, ið er á fimta plássi við 14 stigum. Team Klaksvík hevur VÍF úti og Neistan heima eftir. KÍF hevur StÍF úti og VÍF úti. Um KÍF tapir báðar dystirnar, og Team Klaksvík vinnur báðar dystirnar sum eru eftir knógvar Team Klaksvík seg uppá fjórða plássið við at vera betur innanhýsis enn KÍF, so enn er alt ikki avgjørt enn.

Í Havn vann Neistin ein sera týðandi 30-29 sigur á VÍF sum merkir, at Neistin kemur uppá 19 stig, og Neistin kann í ringasta føri enda á einum fjórða plássi. Í steðginum var Neistin á odda 17-13. 

Fyrr í dag vann Kyndil 24-16 á StÍF í Havn. Kyndil var á odda 12-8 í steðginum.

KÍF-H71 32-26 (18-16)

Toppskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 14 og Fríði Weyhe 4.

Toppskjúttar H71: Peter Krogh 7, Rúni V. Højgaard 4 og Niklas Hanusarson 4. 

Neistin-VÍF 30-29 (17-13)

Toppskjútar Neistin: Julian J. Kragesteen 9 og Karl Martin Olsen 5.

Toppskjútar VÍF: Filip Jojic 11, Julian Olsen 4 og Sjúrður Olsen 4.

Kyndil-StÍF 24-16 (12-8)

Toppskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 8 og Anders Risdal 6.

Toppskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 5 og Bjarni í Selvindi 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum í Kollafirði. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera fegnan KÍF-venjara, Andreas F. Hansen sum kann staðfesta eitt framúr gott avrik hjá sínum monnum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan hjá StÍF, Djóna G. Joensen sum staðfesti, at tað sást aftur, at KÍF hevði væl meira at stríðast fyri í dystinum í kvøld.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF (er víðari)164944128226
 H71 (er víðari)164433925123
 NEISTIN (er víðari)164744373719
 KÍF164254111418
 TEAM KLAKSVÍK16448470-2214
 KYNDIL17382451-698
 STÍF17405498-936


##med3##

 

 

 

 

KÍF-venjarin, Andreas F. Hansen kundi stórfegnast um eitt framúr gott avrik hjá KÍF móti H71 í kvøld

(Samrøður: Andreas F. Hansen og Djóni G. Joensen)

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Neistanum hava tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum