##med2##
Nólsoy avgjørdi slagið um Havnina, og sendi Neistan í FM-finalurnar í SMS-deildini har StÍF bíðar. Fyrsta av møguliga fimm FM-finalum verður leikt sunnudagin klokkan 17.
Bert 16 ára gamla Maria P. Nólsoy hevur foreldur, ið bæði hava leikt við bestu liðunum hjá Neistanum í sínari tíð, og í kvøld avgjørdi unga stjørnuskotið ta triðju FM-hálvfinaluna millum Kyndil og Neistan við nøkrum sera avgerandi málum seinastu løtuna. Tað er niðurstøðan hjá frásøgumanninum hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal.
Neistin vann 23-21 (10-9) á Kyndli, og samanlagt 2-1 í hálvfinalunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Mariu P. Nólsoy, ið nú eisini ætlar sær at vinna FM í bestu kvinnudeildini aftaná at hava vunnið FM við ungdómsliðum hjá Neistanum.
##med3##