FM1: NSÍ-Skála klokkan 15 og ÍF-EB/Streymur klokkan 16

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. Fótbóltssendingin byrjar klokkan 14

Tróndur Arge fer saman við Sjúrði H. Hoydal at siga frá fótbólti á FM1 seinnapartin í dag

Tróndur Arge fer saman við Sjúrði H. Hoydal at siga frá fótbólti á FM1 seinnapartin í dag

Seinnapartin rullar fótbólturin á FM1 frá klokkan 14.

Klokkan 14 til klokkan 14.52 verður sendingin Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend.

Klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og Skála við Løkin í Runavík. Klokkan 16 verður sagt frá dystinum - "Best of the Rest" - millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði.

Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og Víking, ið byrjar klokkan 15.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Tróndur Arge fer saman við Sjúrði H. Hoydal at siga frá fótbólti á FM1 seinnapartin í dag