FM1: Nýggjur venjari skal motivera og samskifta

Fótbóltspanelið: André Olsen og Árni Gregersen søgdu sína meining um ein komandi landsliðsvenjara

Mynd: Árni Gregersen og André Olsen vóru gestir í Fotbóltspanelinum

Mynd: Árni Gregersen og André Olsen vóru gestir í Fotbóltspanelinum

##med4##

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 16, vóru André Olsen og Árni Gregersen gestir. Teir umrøddu tilgongdina og ein møguligan nýggjan venjara.

Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, segði fyrr í Fótbóltspanelinum at listin av møguligum landsliðsvenjaranum er minkaður úr 50 til at kunna teljast á einari hond.

##med2## 

Tað er ikki so nógv at frætta um hvør kanska verður nýggjur landsliðsvenjari, men onkrar keldur vilja verða við, at talan er um tveir ella tríggjar svenskarar. Christian F. Andreasen segði millum annað, at talan er um kend nøvn í  fótbóltsumhvørvinum.

Við tí í menté bleiv millum annað hugt at einum navni sum Olof Mellberg, ið er fyrrverandi svenskur landsliðsspælari og venjari hjá Fremad Amager. André Olsen helt millum annað, at hann, Bo Henriksen og Jonas Dahl eru góð boð.

 ##med3##

Árni Gregersen, sum var við seinasta partin av Fótbóltspanelinum, og André Olsen eru samdir um, at ein nýggjur landsliðsvenjari skal kunna motivera landsliðið, hava góðar eginleikar at samskifta við spælarar. Hartil er gott, um arbeiðið hjá nýggja landsliðsvenjaranum sæst aftur úti í feløgunum og á ungdómslandsliðunum.

Mynd: Árni Gregersen og André Olsen vóru gestir í Fotbóltspanelinum

Mynd: (Bildbyrån) Olof Mellberg

FM1: Fótbóltspanelið 6. september 2019