FM1: Ótrúliga og søguliga løtan hjá StÍF-kvinnum

(FM1) Endurhoyr drama´ið og endurhoyr fagnaðin tá kvinnurnar hjá StÍF skrivaðu søgu við at vinna seg í FM-finalurnar

Kvinnurnar hjá StÍF fegnast aftaná minniliga og søguliga FM-hálvfinalusigurin á H71 aftaná longda leiktíð

Kvinnurnar hjá StÍF fegnast aftaná minniliga og søguliga FM-hálvfinalusigurin á H71 aftaná longda leiktíð

##med2##

Tað skuldi longd leiktíð til, men tá klokkan vísti 69:58 skoraði Emmy Kass uttan iva týdningarmesta málið hjá StÍF-kvinnum í 21. øld.

Tá skoraði Emmy Kass sigursmálið til 23-22, og trúgva StÍF-viðhaldsfjøldin upplivdi eina løtu í høllini á Skála tey seint fara at gloyma á vestara armi á Skálafjørðinum.

StÍF vann fyrru hálvfinaluna 24-21 á H71, og eru klárar at spæla FM-finalur móti antin Kyndli ella Neistanum. 

H71 var á sigurskós og var á odda 11-17, men so fekk StÍF skil á verjuspælið og Momoka Nakamura í málinum hevði hópin av bjargingum. 

Emmy Kass skoraði "bara" eitt mál fyri StÍF í kvøld, men staðfestast má, at hon valdi løtuna væl. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra allarseinastu løtuna av vanliga dystinum, seinastu minuttirnar av longdu leiktíðini, stóra fagnaðin og stuttar samrøður við Jón Rasmussen, venjara og Emmy Kass, ið skoraði sítt higartil týdningarmesta mál nakrantíð fyri StÍF. 

2. hálvfinalan StÍF-H71 23-22 (19-19 - 9-13) StÍF vinnur hálvfinalurnar 2-0.

Málskjúttar StÍF: Haruka Gima 9, Lív S. Poulsen 4, Paula Berg 3, Karina Høgnesen 2, Rebekka Justinussen 2, Yuika Kurimoto 1, Guðrið Ellingsgaard 1 og Emmy Kass 1. 

Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 8, Marita Mortensen 6, Jana Mittún 4, Elsa Egholm 3 og Eva Barba Arge 1.

Dagfestingin fyri FM-finalunum sambært hsf.fo:

Sunnudagin 11. apríl
FM-finala 1

Mikudagin 14. apríl
FM-finala 2

Leygardagin 17. apríl
FM-finala 3

Mikudagin 21. apríl
Møgulig FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Møgulig FM-finala 5

Kvinnurnar hjá StÍF fegnast aftaná minniliga og søguliga FM-hálvfinalusigurin á H71 aftaná longda leiktíð

(Allarseinasta løtan av vanligu leiktíðini, seinastu minuttirnir av longdu leiktíðini og fagnaðurin tá StÍF hevði vunnið seg í FM-finalurnar)