FM1: Páll Klettskarð: Bjartalíð er ikki nakar meistari í "Uno"

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við málrevin hjá KÍ, Páll A. Klettskarð

Páll A. Klettskarð á gistingarhúsinum í Dublin (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Páll A. Klettskarð á gistingarhúsinum í Dublin (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Hópurin hjá KÍ hevur havt sína seinastu venjing á Aviva leikvøllinum í Dublin undan Europa League Play Off dystinum móti Dundalk FC í annaðkvøld klokkan 19.30.

Spælararnir mugu drepa løtur millum venjingarnar, og har er spælið "Uno" nógv frammi.

Trímálsskjúttin í dystinum móti Dinamo Tblisi, Páll A. Klettskarð staðfestir, at Jóannes Bjartalíð sum er ídnasti Uno-spælarin als ikki er nakar meistari, tá er tað heldur hann, ið liggur væl fyri at vera besti Uno-spælarin.

Páll torir ikki at lova eitt hattrick aftur í morgin, men hann er avgjørdur um, at liðavrikið hjá KÍ verður framúr.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Páll A. Klettskarð. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen. 

 

 

Páll A. Klettskarð á gistingarhúsinum í Dublin (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Samrøða úr Dublin: Páll A. Klettskarð)