FM1: Samrøða við Real Madrid-legenduna Manuel Sanchis á Tórsvølli

(FM1) Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á sponsku fótbóltslegenduna, Manuel Sanchis Hontiyuelo

Petur Asbjørn Lervig gjørdi eitt scoop á Tórsvølli fyri løtu síðani og fekk orðið á Manuel Sanchis Hontiyuelo, ið er ein stór Real Madrid legenda (Mynd: Teitur Joensen)

Petur Asbjørn Lervig gjørdi eitt scoop á Tórsvølli fyri løtu síðani og fekk orðið á Manuel Sanchis Hontiyuelo, ið er ein stór Real Madrid legenda (Mynd: Teitur Joensen)

##med2##

Manuel Sanchis Hontiyuelo spældi millum 1983 og 2001 heilar 523 dystir fyri kenda spanska felagið, Real Madrid.

Manuel Sanchis Hontiyuelo gjørdist spanskur meistari átta ferðir við Real Madrid, og hann vann eisini Champions League tvær ferðir hetta tíðarskeiðið. Manuel Sanchis Hontiyuelo vann eisini UEFA Cup tvær ferðir og sponsku steypakappingina tvær ferðir.

Manuel Sanchis Hontiyuelo starvast í dag sum viðmerkjari hjá sponskum sjónvarpi. Heldur ikki hann dylur, at kravið er ein spanskur sigur. Tó vil Manuel Sanchis Hontiyuelo ikki seta tøl á hvussu stórur sigurin skal verða.

Petur Asbjørn Lervig og Manuel Sanchis Hontiyuelo umrøddu eisini Real Madrid, ið er stóra hjartabarnið hjá Manuel Sanchis Hontiyuelo. Spanska legendan undirstrikar tó, at hann hevur stóra virðing fyri arvafíggindanum, Real Madrid.

Manuel Sanchis Hontiyuelo heldur tað er sera vakurt í Føroyum, og hann heldur, at maturin, fiskur og lambskjøt er framúrskarandi.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Manuel Sanchis Hontiyuelo fyri løtu síðani. 

##med3##

Petur Asbjørn Lervig gjørdi eitt scoop á Tórsvølli fyri løtu síðani og fekk orðið á Manuel Sanchis Hontiyuelo, ið er ein stór Real Madrid legenda (Mynd: Teitur Joensen)

(Hoyr samrøðu við Manuel Sanchis Hontiyuelo)