FM1: Samrøður við ársins dómarar

(FM1) Alex Troleis var tann sum kom úr skugganum hjá Lars Müller. Árni Petersen var ársins dómari í kvinnudeildini

Ársins dómari í kvinnudeildini, Árni Petersen sæst her saman við Christiani Nagata frá Sendistovuni, ið lat steypið

Ársins dómari í kvinnudeildini, Árni Petersen sæst her saman við Christiani Nagata frá Sendistovuni, ið lat steypið

##med2##

Lars Müller sat tungt á heiðrinum "ársins dómari", men nú hann legði floytina frá sær skuldi annar vinnari finnast. 

Tað gjørdist Alex Troleis av Toftum sum kom úr skugganum hjá Lars, og gjørdist ársins dómara í mansdeildini. Árni Petersen gjørdist ársins dómari í kvinnudeildini.

39 ára gamli Alex Troleis, sum er ættaður úr Brasil, men hevur búð í Føroyum síðani 2001, hevur dømt tilsamans 351 dystir í føroyskum fótbólti. Hann hevur verið FIFA-dómari síðani 2015. Júst farna kappingarár dømdi Alex 26 dystir í Betrideildini, harímillum FM-finaluna ímillum B36 og KÍ. Alex var tilnevndur til heiðurin saman við Eileri Rasmussen og Peturi Reinert.

Árni Petersen var tilnevndur saman við Jón Tór Baldvinsson og Stephani Peturssyni.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 løtuna tá Alex og Árni vóru kunngjørdir at verða ársins dómarar. Hoyr eisini samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við ársins dómarar. 

##ms##

 

 

Ársins dómari í kvinnudeildini, Árni Petersen sæst her saman við Christiani Nagata frá Sendistovuni, ið lat steypið

(Ársins dómarar. Samrøður við Alex Troleis og Árna Petersen)