FM1: Samrøður við ársins verjuspælarar

(FM1) Hoyr løtuna tá tað bleiv kunngjørt, at Ragna Patawary og Jóannes K. Danielsen, bæði úr KÍ vóru kunngjørd at verða ársins verjuspælarar

Ársins verjuspælari hjá monnum, Jóannes K. Danielsen hjá KÍ saman við stjóranum hjá FM1, Peturi Zachariassen

Ársins verjuspælari hjá monnum, Jóannes K. Danielsen hjá KÍ saman við stjóranum hjá FM1, Peturi Zachariassen

##med2##

KÍ gjørdi eisini slætt borð á verjufrontinum hjá bæði kvinnum og monnum.

Tó er talan um ein sera royndan vinnara, og ein meira ungan og minni royndan vinnara.

Tann sera roynda og drúgva, Ragna Patawary og ungi og kviki, Jóannes Kalsø Danielsen eru ársins verjuspælarar í føroyskum fótbólti.

Hini tilnevndu í bólkinum ársins verjuleikari vóru annars Jesper Brinck (KÍ), Andrias H. Eriksen (B36), Durita Hummeland (KÍ) og Maibritt Olsen (ÍF/Víkingur/B68).

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 hvussu tað ljóðaði tá tað bleiv kunngjørt, at Ragna og Jóannes vóru ársins verjuspælarar, umframt samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við tey bæði.

##ms##

 

 

Ársins verjuspælari hjá monnum, Jóannes K. Danielsen hjá KÍ saman við stjóranum hjá FM1, Peturi Zachariassen

(Ársins verjuspælarar. Samrøða við Ragnu Patawary og Jóannes K. Danielsen)