FM1: Samrøður við Sølva, Árna og Hallur

(FM1) Hoyr Sølva Vatnhamar, Árna Frederiksberg og Hall Hansson seta orð á 1-4 tapið móti Spania

Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar (Mynd: Teitur Joensen)

Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar (Mynd: Teitur Joensen)

##med2##

Seinastu landsliðsleikararnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge fekk orðið á aftaná 1-4 tapið móti Spania vóru Sølvi Vatnhamar, Árni Frederiksberg og Hallur Hansson.

Tað er ikki ofta ein hoyrir frá Sølva Vatnhamar, at mótstøðuliðið var betra liðið. Sølvi hevði tó ynskt, at tapið var minni. Men hann staðfestir, at mótstøðuliðið var framúr gott.

Árni Frederiksberg fegnast um at hava fingið møguleikan frá dystarbyrjan, men eisini hann ásannar, at tað var ikki lætt at knógva fótfimu spaniólunum.

Hallur Hansson slær fast, at hann og liðfelagarnir stríddust tað teir megnaðu, og nú eru teir longu farnir at fokusera uppá dystin móti Noregi komandi mánakvøld klokkan 19.45.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar, Árna Frederiksberg og Hall Hansson.

##med3##

##med4##

Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar (Mynd: Teitur Joensen)

(Samrøður: Sølvi Vatnhamar, Árni Frederiksberg og Hallur Hansson)

Hallur Hansson í samrøðu við Trónd Arge á FM1 (Mynd: Teitur Joensen)