- Linfield er ikki ræðandi

Les hvat Trygvi Mortensen hevur at siga um komandi dystirnar hjá NSÍ ímóti Linfield

Oddaliðið í Effodeildini, NSÍ, skal leika ímóti vælkendum norðurírskum liði. Linfield FC hevur verið í Føroyum trý tey undanfarnu árini og spælt evropeiskan fótbólt, og aftur í ár koma norðurírarnir hendan vegin. Onki føroyskt felag hevur basað Linfield enn, men NSÍ-venjarin, Trygvi Mortensen, er tó væl nøgdur við lutakastið.

 

- Vit í NSÍ eru væl nøgdir við lutakastið. Tað einasta liðið, ið vit ikki ynsktu at spæla ímóti, var serbiska Vojvodina. Hetta er orsakað av, at tað hevði verið ein sera lang ferð, og at eysturevropeiski spælistílurin er so nógv øðrvísi enn okkara. 

 

Undan lutakastinum var greitt, at NSÍ kundi renna seg í Brøndby, Elfsborg, Saint Patrick's, Linfield og Vojvodina. Trygvi Mortensen sigur, at Linfield í veruleikanum var liði, sum NSÍ helst vildi spæla ímóti av hesum.

 

- Linfield er kanska tað liðið, ið vit allarhelst vildu spæla ímóti, tá ið hugsað verður um støðið á ymsu liðunum. Vit hava sæð teir nakrar ferðir í Føroyum, og teir hava á ongan hátt víst ræðandi styrki, hóast teir eru komnir víðari hvørja ferð. 

 

Spurningurin er so, um NSÍ verður fyrsta føroyska felagið, ið klárar at vinna seg víðari ímóti Linfield. Tað eydnaðist ikki hjá B36 í 2012 og 2014, og tað eydnaðist eiheldur hjá ÍF í 2013.

 

- Vit fara at gera alt tað, ið vit eru mentir fyri, at NSÍ verður fyrsta føroyska liðið, ið vinnur seg víðari ímóti Linfield. Vit fara ikki at spæla verjukent ímóti teimum. Vit fara at royna at spæla okkara vanliga spæl og fáa tveir góðar dystir, sigur Trygvi Mortensen at enda.