FM1: SÍ-Mjølnir 3-0 - Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður

(FM1) Hoyr Ingu Henriksen hjá SÍ og Amandu Johannesen hjá Mjølni seta orð á 3-0 stórsteypasigurin hjá sørvágskvinnum á Giljanesi

Savnsmynd frá steypafinaluni fyrr í ár

Savnsmynd frá steypafinaluni fyrr í ár

Kvinnurnar hjá SÍ hava skrivað søgu við at gerast fyrsti stórsteypavinnarin við greiðum 3-0 sigri á Mjølni í høllini á Giljanesi.

Unga óroynda liðið gjørdi sítt besta, men formáddi sær ikki so nógv móti sterka liðnum hjá SÍ. Tó fullu tær við æru í triðja setti. Í øðrum setti var sorl. 

SÍ-Mjølnir 3-0 (25-14, 25-10, 25-17)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Urd Traðará var viðmerkjari, og hon tók samanum hvørt settið.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Ingu Henriksen hjá SÍ og Amandu Johannesen hjá Mjølni. Bæði Inga og Amanda fegnast um, at stórsteypadysturin nú er veruleiki, og tað var nakað heilt serligt at spæla á Taraflex-gólvinum.

Savnsmynd frá steypafinaluni fyrr í ár

(SÍ-Mjølnir 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar, og hoyr samrøður við Ingu Henriksen og Amandu Johannesen)