Avmarkað japanskt íslett í KÍ

– Tit skulu ikki vænta at síggja hann á vøllinum. Hann er komin í ein aldurdal og arbeiðir upp á at venda tí

Mynd: (KÍ/Facebook) Takuya Matsunaga í dysti fyri KÍ, men tað skulu vit ikki vænta at síggja í framtíðini

Mynd: (KÍ/Facebook) Takuya Matsunaga í dysti fyri KÍ, men tað skulu vit ikki vænta at síggja í framtíðini

Undan kappingarbyrjan kom japanski Takuya Matsunaga til KÍ. Hann er fyrsti japanski spælarin í føroyskum fótbólti, men hann hevur bara verið á vøllinum í fáar minuttir. Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, sigur at vit ikki skulu vænta at síggja hann á vøllinum fyribils. 

 – Tit skulu ikki vænta at síggja hann á vøllinum. Hann er komin í ein aldurdal og arbeiðir upp á at venda tí. Tað eru nógvir tvídystir í føroyskum fótbólti, og tað mistrívist hann við, sigur Mikkjal Thomassen.

##med2##

Norskir miðlar skriva, at KÍ er í holt við at gera sáttmála við 27 ára gamla norska miðvallaran, Magnus Stamnestrø. Hann spælir í løtuni við Ranheim, sum spælir í Elitudeildini í Norra. Norðlýsið hevur spurt Mikkjal Thomassen, um tað er nakað í søgunum, sum norskir miðlar skriva. Tá hevði hann onga viðmekring. FM1 spurdi síðani Mikkjal Thomassen, har hann segði:

-Eg kann avsanna, at vit hava gjørt sáttmála við nakran norskan spælara afturat.

Spurdur um teir vóru í samráðingum við Magnus Stamnestrø, svaraði venjarin hjá KÍ, at tað fór hann ikki at siga so nógv um. Sostatt er líkt til, at japanska íslettið í KÍ ikki verður so umfatandi. KÍ spælir sunnudagin móti HB í Gundadali.

##med3##

Betri deildin menn 10. umfar:

Fríggjadagin:

Skála-B36 (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-Víkingur (19.00)

Sunnudagin:

HB-KÍ (15.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-NSÍ (15.00)

AB-TB (17.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (KÍ/Facebook) Takuya Matsunaga í dysti fyri KÍ, men tað skulu vit ikki vænta at síggja í framtíðini

Mynd: (KÍ/Facebook) Takuya Matsunaga stóð seg annars væl í byrjanini verður sagt úr Klaksvík