FM1 sigur beinleiðis frá TB-HB klokkan 15

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum við Stórá í Trongisvági

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum TB og HB í Betrideildini hjá monnum. Dysturin byrjar klokkan 15

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum TB og HB í Betrideildini hjá monnum. Dysturin byrjar klokkan 15

Seinnapartin klokkan 15 verður dystur í Betrideildini hjá monnum við Stórá í Trongisvági.

Aldursforsetin TB tekur móti oddaliðnum HB. TB hevur bert eitt stig, men teir góvu bæði KÍ og B36 skarpan gang við Stórá, tá liðini vitjaðu har fyrr í kappingini. HB hevur higartil fult stigatal, 15 av 15 stigum og tað gongdini vilja teir gjarna halda fast við.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar beint undan dystarbyrjan.

Ljóðsamrøður við umboð fyri TB og HB koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum TB og HB í Betrideildini hjá monnum. Dysturin byrjar klokkan 15