FM1 sigur frá 4. FM-finaluni Neistin-H71 annað páskakvøld

Fjórða FM-finalan millum Neistan og H71 í Okkaradeildini byrjar klokkan 19. Sendingin byrjar klokkan 18.30. Sjúrður H. Hoydal beinleiðis sigur frá dystinum á FM1

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá fjórðu FM-finaluni í Okkaradeildini millum Neistan og H71, ið byrjar klokkan 19 annað páskakvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá fjórðu FM-finaluni í Okkaradeildini millum Neistan og H71, ið byrjar klokkan 19 annað páskakvøld

FM-heitið í Okkaradeildini kann verða avgjørt annað páskakvøld. Tað gerst veruleiki um Neistin vinnur tað fjórðu FM-finaluna móti H71, ið verður spæld í høllini á Hálsi í annaðkvøld.

 

Neistin er á odda 2-1 í vunnum finalum, og H71 má vinna í annaðkvøld fyri at fáa møguleikan at spæla eina fimtu og avgerandi FM-finalu í Hoyvíkshøllini komandi leygarkvøld.

 

Sjúrður Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 18.30.

 

Samrøður við umboð fyri Neistan og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

 

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá fjórðu FM-finaluni í Okkaradeildini millum Neistan og H71, ið byrjar klokkan 19 annað páskakvøld