FM1 sigur frá B36-ÍF klokkan 15 og AB-KÍ klokkan 17

Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður hjá FM1 seinnapartin

Sjúrður H. Hoydal sigur frá fótbólti á FM1 seinnapartin

Sjúrður H. Hoydal sigur frá fótbólti á FM1 seinnapartin

Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin, og FM1 sigur frá tveimum dystum.

Longu klokkan 14.30 byrjar dysturin við Stórá í Trongisvági millum TB og NSÍ.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum millum B36 og ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn, ið byrjar klokkan 15.

Aftaná fer Sjúrður H. Hoydal út á Argir at siga frá dystinum millum AB og KÍ úti í Vika, ið byrjar klokkan 17.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. 

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá fótbólti á FM1 seinnapartin