FM1 sigur frá B36-KÍ klokkan 15 og EB/Streymur-HB klokkan 19

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Tróndur Arge er saman við Sjúrði H. Hoydal fótbóltsfrásøgumaður hjá FM1

Tróndur Arge er saman við Sjúrði H. Hoydal fótbóltsfrásøgumaður hjá FM1

Seinasta fulla umfarið í Betrideildini hjá monnum undan summarsteðginum verur leikt í dag:

 

Klokkan 15:

B36-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

ÍF-Skála (heimildarmaður hjá FM1: Magnus Jørmundsson)

Víkingur-AB (heimildarmaður hjá FM1: Árni Gregersen)

TB-NSÍ

Klokkan 19:

EB/Streymur-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

Sendingin byrjar við, at Fótbóltspanelið verður endursent millum klokkan 14 og 14.50. Gestir eru Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF og Eli Hentze, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum sum metir um 12. umfar í Betrideildini.

Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri tey 10 liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 98,7, FM 95,5, FM 93,9, FM 91,7 og FM 88,7. 

Tróndur Arge er saman við Sjúrði H. Hoydal fótbóltsfrásøgumaður hjá FM1